|
Saturday, 14 January 2012 14:17 |
|
Føroyingafelagid í Stavanger bjódar til ræstkjøtsveitslu í Fjordbris hjá Jenny og Kjetil í Østhusvik. Veitslan verdur leygarkvøldid 18. februar kl 19 aftaná adalfundin
Kostnadurin er 250 kr fyri limir og 300 kr fyri onnur. Goldid verdur vid dyrnar.
Tekning á inviter.no hjá teimum sum hava fingid innbjóding á telduposti ella á telefon hjá einum av nevndarlimunum í seinasta lagid sunnudagin 12. februar .
Um so er at onkur heldur vil hava grýturætt má bodast frá tá tekna verdur til.
Drekka verdur til keyps.
LUtasedlar verda seldir á veitsluni. Ein flogferd til Føroya vid trimum yvirnáttingum á Hotel Tórshavn fyri ein persón verdur burturlutad. Ferdin er galdandi frá 3. juni til 29. august í ár. Atlantic Airways og Hotel Tórshavn sponsad.
Í samband vid veitsluna bjóda vertirnir 40% avsláttur fyri dupultkamar vid morgunmati til tey sum vilja yvirnátta. Vanligur prísur er 1090 kr. Telefon +47 90 87 67 07 |
|
|
Saturday, 14 January 2012 14:01 |
|
Adalfundur verdur í samband vid ræstkjøtaveitsluna í Østhusvik leygardagin 18. februar 2012 kl 18.
Mál sum ynskjast vidgjørd á fundinum mugu verda formanninum, Anne Ellebye Olsen, í hendi í seinasta lagid 28. januar.
Innbjóding verdur send út 14 dager ádrenn fundin, men meldast kann eisini til hjá nevndarlimunum frá í dag. Tey sum ikki hava goldid limagjald kunnu gjalda vid dyrnar ádrenn fundin.
Annars er fyribilskrádin soleidis:
- Formannsfrágreiðing
- Roknskapurin hjá felagnum
- Ætlanir hjá felagnum
- Limagjald
- Limalistin
- Innkomin mál
- Orði er frítt
Aftaná fundin verdur ræstkjøtaveitsla. |
|
Saturday, 19 November 2011 15:37 |
|
Føroyingafelagið bjóðar til Jólahugna í Øyahúsinum á Hundvåg sunnudagin 4. desember kl 15
- Vit byrja við at eta jólagreyt. - Møguleiki verður at senda jólaheilsur. - Vit dansa um jólatræðið. - Jólamaðurin kemur við pakkum til børnini.
Er tað onkur sum kan hjálpa við at baka eina kaku ella hava smurdar bollar við? Ring til Synnøvu 90763778 ella Fíu 91389763 fyri nærri avtalu.
Vinaliga Fyri Færøysk Norsk lag Fía og Synnøva
|
|
Sunday, 23 October 2011 13:03 |
|
Adalfundur verdur í samband vid seydarhøvdaveitsluna næsta leygardag, 29. oktober kl 19:00 í Fjordbris í Østhusvik.
Skrá:
- Val av nevnd / góðkjenning av nevnd
- Ætlanir hjá felagnum
- Roknskapur, limagjald og limalisti
- Jólatúrur vid Atlantsflog
- Eventuelt
Vit hava sum er fullmannada fyribilsnevnd. Um ikki onnur uppskot koma verdur fyribilsnevndin sitandi.
Formadurin |
|
|
|
|
<< Start < Prev 1 2 3 4 5 6 7 8 Next > End >>
|
|
Page 1 of 8 |